Føroyski búskaparfrøðingurin Johnny í Grótinum skal standa á odda fyri eini stórari nýskipan av almenna geiranum í Grønlandi.
Endamálið er at finna sparingar og effektiviseringar fyri 300–400 milliónir krónur árliga.
Nevndin fer millum annað at kanna talið á aðalráðum, setanarpolitikkin, almennar stovnar, felags umsiting, almenna ognarskapin í fyritøkum og bústaðarøkið.
Eisini skal tvímælta umsitingin endurskoðast, og vitlíki kann verða brúkt til týðingar.
Ein fyribilsfrágreiðing kemur í 2027, meðan endaliga frágreiðingin skal vera liðug í 2028.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



