Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Andaktir

Gleðilig jól! Tað er heilsanin vit bera hvør øðrum, tá ið komið verður á gátt um jólini, og tá ið vit um jóltíðir hittast til álvara og gaman.

Jólahald kann verða lýst og greinað á mangan hátt. Jólahald fevnir mentanarliga, andaliga og fólksliga breitt og víða.

Á hesum sinni hevur biskupur valt at geva tí kendu og vøkru heilsanini ein nakað øðrvísi og forkunnugan týdning. Heilsanin gleðilig jól hevur í hesum føri tann týdningin, at vit hava rúm hvør fyri øðrum og halda hvør annan út. Greiningin nemur eyðvitað jólahaldið og tað, vit eru upptikin av um jólini.

Mær hóvar væl ta longru heilsanina “gleðilig jól í Jesu navni”. Tað er saman við Jesusi, at jólini fáa eina friðsæla og himmalska fyllu, ið megnar at gleða okkum, hóast umstøðurnar eru ella kennast truplar.

Eyðmjúk og heit hjørtu fremja batar og gera góðan mun á so mongum støðum. At vilja tað góða og vakra. At gera okkurt gott fyri onkran. At lyfta í felag, varnast og leggja merki til lívið uttanfyri ein sjálvan.

At hava hjartað á røttum staði. At hugsa við hjartanum, at síggja við hjartanum, at inna kærleikans gerningar hjartaliga.

Ella vit eru hjástødd í lívsins meldri og við okkara nærveru skapa frið í rúminum. Lívga friðin við sjúkasong heima við hús ella á sjúkrahúsi. At vit eru hjartalig og hava tey í huga, sum sita dómin av sær í varðhaldinum.

Tað avgerandi um jóltíðir er at hava rúm hvør fyri øðrum, tá ið hugsað verður um ferðmetrar. Gamalt og kent er orðatakið: Har tað er hjartarúm er húsarúm. At vit hava pláss ella skapa pláss fyri einum av okkara kæru og í heila tikið hvør fyri øðrum.

At hava pláss merkir í fluttum týdningi, at vit halda hvør annan út og tola at vera í sama rúmi. Bæði mentanarlig, vísindalig og menniskjanslig atlit verða hildin saman í rúminum, har pláss er fyri fjølbroytni menniskjans innanveggja.

At hava pláss er mikið meira enn ferðmetrar og rúmmetrar. At hava pláss er at rúma hvør øðrum kensluliga, innihaldsliga og andaliga. At hava pláss í huga og sinni, so vit geva teimum, ið sita einsamøll ella kenna seg einsamøll, gætur og onkursvegna lívga teimum.

Lukas evangelistur legði merki til tær ytru umstøðurnar rundan um Jesu føðing og festi tær á blað. Lukas skrivaði umstøðurnar niður, tí tær hava týdning fyri trivnaðin, vælveruna og menniskjans innaru viðurskifti.

Tað var ikki pláss fyri Jósefi og Mariu í Betlehem, har fyrst føddi sonur Mariu var borin í heim. Móðir Jesu átti son sín, ballaði hann inn í heit klæðir og legði hann í eina krubbu, tí tað var ikki rúm fyri teimum í tilhaldshúsunum.

Undir hesum umstøðunum búleikaðust tey bæði, móðir Jesu og fosturfaðir hansara. Tað var ikki rúm fyri teimum í Betlehem. Í hesum umhvørvi og undir hesum umstøðum sá barnið Jesus dagsins ljós.

Uttanfyri tilhaldshúsið undir trongum korum var frelsarin føddur. Undir somu korum sum tey fátæku, forfjónaðu og heimleysu kom Jesus til jarðar og inn í tilveru menniskjans. Samhald og solidaritetur við menniskjum á tí lægsta sosiala stiganum alt frá Jesu fyrstu løtu á jørðini.

Jesus kom í heimin til tess at frelsa menniskju og geva okkum atgongd til Guðs ríki. Komin til jarðar gjørdist hann eitt við fólkið, – eisini tey sum vóru sett uttanfyri, ella tey sjálv mettu seg vera uttanfyri tað hóskiliga. Tey, sum ikki áttu eitt rúm í samfelagnum, fingu pláss við Jesu føtur og nærveru hansara.

Heilsanin gleðilig jól merkir, at vit hava rúm hvør fyri øðrum, at vit tola og halda hvør annan út. Eisini á henda hátt er greiningin talandi.

Spurningurin til okkum um halguna er, um vit hesa jólahátíð hava rúm fyri Jesusi, nú hann í orðinum vitjar okkum í tí heimliga, í kirkjum og samkomum?

Hava vit rúm fyri Jesusi, – honum, ið rúmar okkum?

Eisini Jóhannes evangelistur lýsir í fortaluni til evangeliið hugtakið at rúma ella taka ímóti. Taka ímóti Jesusi og geva honum innivist í hjørtum várum.

Ella sum sagt verður í einum teksti, ið líkist eini yrking:

Í glugga og vrá

í krubbu eg sá

stjørnuna lýsa

 

Mær Jesus við lið

mín stjørna ber frið

um myrk kennist vrá

eg lýsa sá

í krubbu av strá

frelsarans andlit.

Amen.

Orðið: “Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at vera Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” (Jóhannes 1,11-12). Amen.

Gleðilig jól!

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #