Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stættarstigin stendur "upp" og "niður" - øvund kann fara allar leiðir
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Í trimum nýggjum kærumálum hevur Føroya Kærustovnur antin broytt avgerðina hjá einum myndugleika ella sent málið aftur til nýggja viðgerð. Tvey mál snúgva seg um Akstovuna, meðan tað triðja snýr seg um TAKS.

Í báðum málunum hjá Akstovuni høvdu innflytarar av brúktum akførum kært um ásetingina av upprunavirðinum, sum hevur týdning fyri skrásetingargjaldið.

Í øðrum málinum ásetti Akstovan upprunavirðið á einum bili til 663.885 krónur, hóast innflytarin hevði lagt fram skjøl, sum vístu eitt virði á 419.124 krónur. Kærustovnurin staðfestir, at Akstovan ikki hevði greitt nøktandi frá, hví skjølini vórðu vrakað. Heldur ikki varð nágreinað, hvørjar listaprísir Akstovan bygdi sína meting á.

Kærustovnurin metir, at Akstovan ikki hevði gjørt eina ítøkiliga og sakliga meting – ella í øllum førum ikki hevði víst hana í avgerðini. Málið varð tí sent aftur til nýggja viðgerð.

Eitt annað mál um upprunavirðið á trimum innfluttum akførum fekk somu lagnu. Her var grundarlagið fyri virðisásetingini ógreitt, og grundgevingin ikki nøktandi. Eisini hetta málið skal Akstovan viðgera av nýggjum.

Í triðja málinum broytti Kærustovnurin beinleiðis eina avgerð hjá TAKS. Málið snúði seg um eina motorsúkklu, sum áður var innflutt til Føroya, síðani fór av landinum og varð seld til ein annan persón, sum flutti hana heim aftur.

TAKS kravdi toll og avgjøld, tí tað ikki var sami persónur, sum flutti motorsúkkluna av landinum og heim aftur. Men hesa treytina finnur Kærustovnurin hvørki í tolllógini ella viðmerkingunum til lógina.

Niðurstøðan er, at tollfrítøkan er knýtt at sjálvari vøruni – ikki persóninum, sum flytur hana út ella inn. Avgerðin hjá TAKS varð tí broytt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #