Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini 
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður 
Svarari: Ríkisumboðið 
Evni: Ymisk viðurskifti hjá løgreglu/ákæruvaldi

Spurningar:   
1. Hvussu metir umboðið í Føroyum fyri danskar myndugleikar, at tað hevur gingið seinastu árini hjá løgregluni og ákæruvaldinum í Føroyum at avgreiða mál, har føroyskir myndugleikar hava meldað størri fyritøkur, sum virka í Føroyum?

2. Hvør er orsøkin til, at málið um Bakkafrost, sum varð meldað av Heilsufrøðiligu starvsstovuni í 2021, hevur tikið so drúgva tíð at viðgera, at partar av málum er fyrndir, og nær væntast hetta málið at koma fyri rættin?

3. Hvør er støðan við málinum um feløg við tilknýti til Samherja, sum TAKS meldaði í 2021, og nær kann tað hugsast at verða liðugt viðgjørt, um tað ikki er liðugt viðgjørt?

4. Hvør er støðan við málinum um trygdarbrot hjá Effo, sum Dátueftirlitið meldaði í 2023?

5. Hvør er støðan í málinum um grindina í Hvannasundi á Norðoyastevnu í 2024, og nær kann tað hugsast at verða liðugt viðgjørt?

6. Verða nøkur tiltøk sett í verk fyri at stytta um viðgerðartíðirnar hjá ákæruvaldinum í málum sum hesum?

7. Hvussu stóran part av einum ári er leiðslan fyri Føroya Politi í Føroyum?

8. Kann hugsast, at tað nakrantíð ella møguliga næstu ferð verður soleiðis, at ein leiðsla (fúti) verður sett, sum hevur serligt innlit í føroyska samfelagið, møguliga ein føroyingur?

Viðmerkingar: 
Tað er greitt, at løgreglan og ákæruvaldið seinastu árini hava havt rættiliga nógv at gera. Tað sæst millum annað í miðlaumrøðu, sum ofta er av málum um rúsevnir, persónsvandamiklan kriminalitet og kynslig brotsverk, har tað sær út til, at myndugleikarnir loysa ein stóra, tunga og týdningarmikla uppgávu.

Seinastu vikurnar og mánaðirnar hevur tó ein áhaldandi viðgerð verið í miðlum og millum fólk av ymiskum málum, sum hava at gera við danskar myndugleikar í Føroyum at gera – og serliga mál hjá løgregluni og ákæruvaldinum.

Málið, sum hevur fylt serliga nógv, er støðan, tá Heilsufrøðiliga starvsstovan meldaði Bakkafrost fyri ymisk brot á regluverkið kring laksaaling í Føroyum.

Sambært telefonnotati hjá løgmansstjóranum ringdi fútin til hansara og upplýsti, at her var eitt mál, sum løgmaður átti at verið kunnaður um, og at talan kundi blíva um ein bót á 67 milliónir krónur.

Nú 5 ár seinni er ákæruvaldið komið til eina niðurstøðu, har størsti parturin av málinum er sleptur og Bakkafrost í tíðindaskrivi hevur nevnt eina upphædd á í mesta lagi 1 millión krónur.

Fútin hevur upplýst, at ein partur møguliga ikki kundi føra til dóm og at ein partur enntá var fyrndur hetta tíðarskeiðið.

Eitt annað mál, sum er umleið líka gamalt, var tá TAKS meldaði skattaviðurskiftini hjá felagi/feløgum við tilknýti til Samherja, sum sambært miðlaumrøðu snúði seg um umleið 17 milliónir krónur, og fyri umleið trimum árum síðan meldaði Dátueftirlitið eitt trygdarbrot hjá oljufelagnum Effo, har ein upphædd á yvir 10 milliónir krónur varð nevnd. Lítið hevur verið at hoyrt um hesi málini, og spurningurin, sum nógv seta sær, er, um hesi málini fáa somu lagnu sum málið um Bakkafrost.

Hartil verður ongin grind fyri tíðina hildin til í norðurøkinum, tí tað ikki sær út til at koma ein niðurstøða frá ákæruvaldinum um, hvat skal henda við málinum um grindina í Hvannasundi á Norðoyastevnu í 2024.

Í samanhangi við hesi málini hava spurningar verið reistir um, hvussu tað er við viðgerðartíðunum sum heild, um ovasta leiðslan hevur hóskandi innlit í føroyska samfelagið, undir hesum eisini í hvussu stóran mun hesi eru partur av føroyska samfelagnum annars. 

Á Løgtingi, 6. mai 2026 
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #