Tað er púra vanligt at flogskiparar fáa sær ein blund á longri teinum, og heldur ikkí óvanligt at tað hendir á stuttu rutunum, tað vísir ein nýggj kanning sum er gjørd av fakfelagnum hjá týskum pilotum, og sum dr.dk endurgevur úr.
Yvir 900 flogskiparar svaraðu spurningunum í kanningini, og av teimum søgdu 44% at tað hendir javnan, 12% at tað hendir á hvørjum túri og 93% søgdu, at tað var hent minst einaferð seinastu mánaðirnar.
Tað er sum so ikki ímóti reglunum, at flogskiparar hvíla seg ella enntá fáa sær ein lúr á túrinum. Tá skulu teir bara ikki vera einsamallir í stýrhúsinum og argumentið fyri at tað hendir er eisini, at so eru teir betri fyri tá meira krevst av teimum, eitt nú undir lending.
Fakfelagið hjá týskum pilotum, Vereinigung Cockpit, sum hevur latið kanningina gera, sigur seg stúra og at úrslitið vísir, at flogskiparar arbeiða ov nógv og fáa ov lítla hvíld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



