Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kappingareftirlitið hevur sum er ongar ætlanir um at kanna stuðulin, sum SEV skal hava latið einum dóttirfelag við at keypa meira streym frá dóttirfelagnum enn tað framleiddi.

Tað sigur Terje Sigurðsson, deildarleiðari á Kappingareftirlitinum við VP.

Málið snýr seg um, at Vindfelagið í Húsahaga hevur fakturerað SEV fyri streym sum ongantíð er framleiddur. SEV vann gjøgnum hetta dóttirfelagið útbjóðingina í kapping við aðrar, og skuldi avrokna streymin eftir greiðum mannagongdum.

Herfyri staðfesti eftirlitsmyndugleikin, Elveitingareftirlitið, at samsvar ikki var ímillum prísavtaluna, sum avroknast skuldi eftir, og faktisku avrokningarnar ímillum SEV og dóttirfelagið. Og heitti tí á SEV um at gera neyðugar rættingar í roknskapinum.

Talan er um tilsamans 4,5 milliónir krónur sum SEV hevur goldið dóttirfelagnum ov nógv árini 2014 til 2019.

Terje Sigurðsson sigur, at elveitingarlóggávan regulerar øll viðurskifti á økinum, eisini tað sum kemur undir kapping ímillum ymiskar veitarar. Elveitingareftirlitið er eftirlitsmyndugleiki, eisini tá tað kemur til spurningar um kapping, og tað er lítið sannlíkt, at Kappingareftirlitið fer at taka málið upp, heldur hann.

- Kappingareftirlitið er ikki ein kærumyndugleiki. Vit taka mál upp av okkara eintingum, og eg kann siga, at sum hetta málið liggur beint nú, so hava vit ongar ætlanir um at taka tað upp, sigur Terje Sigurðsson.

Les eisini:

Umhvørvisstovan givið SEV boð um at rætta roknskap hjá Vindfelagnum í Húsahaga

SEV fingið freist frá Umhvørvisstovuni

SEV: Vindorkan verður rætt avroknað

SEV vil sleppa at rinda vinddóttirfelag hóast eingin vindur er

SEV hevur rindað egnum dóttirfelag ov nógv í mun til prísavtalu

Vindfelagið í Neshaga misti part av framleiðsluni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo