

Verjumálaráðharrin í Ísrael, Israel Katz, hevur longu givið landsins verju, IDF, boð um at gera eina heildarætlan fyri at "vinna á Hamas", um kríggið í Gasa brestur á aftur.
Tað uppslýsir Katz í kvøld, skriva fleiri miðlar.
Fráboðanin kemur sama kvøldið, sum Donald Trump segði, at hann fór at umhugsa at loyva Ísrael at taka bardagarnar uppaftur í Gasa, um Hamas ikki røkir sín part av vápnaavtaluni, sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo