Flogfarið við leikarahópinum hjá Lech Poznań, sum ikki fekk lent fyrrapartin og sum endaði í Bergen, er sett sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn, at koma klokkan 15.23 nú seinnapartin.
Fær flogfarið lent í Vágum hesaferð, verður Europa League-dysturin millum KÍ og Lech Poznań á Tórsvølli útsettur nakrar tímar. Dysturin, sum eftir ætlan skal byrja klokkan 18.30, verður tá í staðin spældur klokkan 20.45 í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



