- Simme Musikkhús, sum hevur verið partur av føroyska handilslívinum síðani 1959, stendur nú við eitt vegamót. Hóast miðvíst hevur verið arbeitt fyri at finna ein nýggjan eigara, er tað higartil ikki eydnast. Um eingin loysn fæst í næstum, verður handilin latin aftur í september.
Tað sigur Terje B. Vestergaard, sum fyri tveimum árum síðani keypti handilin frá Petur Magnus Bjarnastein, sum aftur keypti handilin frá Simma í 2005 keypti handilin frá Simma. Á myndini síggjast allir tríggir saman.
- Tá eg keypti handilin í februar 2024, var ætlanin, at eg sjálvur skuldi reka handilin og menna hann víðari. Tíverri hevur heilsan hjá mær, í eitt longri tíðarskeið verið so vánalig, at tað ikki hevur borið til at staðið fyri dagliga rakstrinum, sigur Terje í skrivi til miðlarnar.
Hann sigur, at raksturin ber seg væl við nógvum og trúgvum kundum, men hann megnar vegna heilsuumstøðurnar ikki at halda fram sum eigari.
- At enda vil eg hjartaliga takka kundum, starvsfólkum, veitarum og øllum teimum, sum hava víst handlinum álit og stuðul gjøgnum árini. Tað eri eg inniliga takksamur fyri, og harmist líka inniliga um, at vit ikki kunnu halda fram. Sum sagt, er vónin framvegis, at onkur er harúti, sum brennir fyri, at søgan hjá Simma Musikkhús kann halda fram við nýggjum eigara, sigur Terje B. Vestergaard.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



