Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fanin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln
Innlendis ítróttur

Stór frøi á klaksvíkskvinnum eftir at 17. steypasigurin er komin í hús - Mynd: Jóhanna Thomsen

Stór frøi á klaksvíkskvinnum eftir at 17. steypasigurin er komin í hús - Mynd: Jóhanna Thomsen

Stór frøi á klaksvíkskvinnum eftir at 17. steypasigurin er komin í hús - Mynd: Jóhanna Thomsen

FSF: Ársins steypafinala hjá kvinnum var ein endurtøka av finaluni í fjør, sum heldur óvæntað endaði við sigri til HB. Tí høvdu klaksvíkskvinnur nakað at hevna, og tá avtornaði vunnu tær kongabláu 3-2. Men tað sá kortini leingi út til, at steypið aftur í ár skuldi enda í Gundadali.

HB fekk eina dreymabyrjan, tá Lea Lisberg legði tær reyð-svørtu á odda eftir sjey minuttum. KÍ svaraði aftur miðskeiðis í fyrra hálvleiki við máli sum Birita Ryan skoraði, og sostatt stóð á jøvnum 1-1 tá liðini fóru at hvíla seg.

Tá umleið 20 minuttir restaðu av dystinum, legði Julia Naomi Mortensen HB aftur á sigurskós við máli til 2-1, og sum minuttirnir gingu, og steypið nærkaðist Gundadali, vóru tað fá, sum trúðu, at dysturin fór at taka eina aðra vend.

Men fótbóltur kann vera eirindarleysur, og tað máttu tær í HB ásanna. 

Eitt minutti inn í yvirtíðina javnaði Birita Ryan til 2-2, og meðan HB framvegis royndi at fóta sær, eftir at hava mist sigurin í evstu løtu, sló KÍ til aftur. Fýra minuttir seinni skoraði Durita Hummeland sigursmálið til 3-2, og so var stór frøi á teimum mongu klaksvíkingunum á Tórsvølli leygarkvøldið.

Ovurstóra gleðin hjá KÍ-kvinnunum stóð í skarpari andsøgn til vónbrotið hjá HB, sum hevði havt aðra hondina á steypinum stóran part av seinna hálvleiki. Men komandi árið fer Løgmanssteypið hjá kvinnum at hava heimstað á Djúpumýru í Klaksvík.

Aftaná dystin varð Brá Zakariasardóttir hjá HB kosin til dagsins spælara.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #