Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Tiltøk

Í vikuni kemur danska kórið Jysk Akademisk Kor úr Aarhus til Føroya, her tey fara at hava tríggjar kirkjukonsertir um vikuskiftið. Tann fyrsta verður í Viðareiðis kirkju fríggjakvøldið, síðani leygarkvøldið í Fríðrikskirkjuni á Toftum og at enda sunnukvøldið í Hoyvíkar kirkju. Allar konsertirnar verða kl. 19.30.

Á skránni eru ymiskir komponistar, her ímillum Carl Nielsen, Vagn Holmboe, H.J.Højgaard, J.Waagstein, Kári Bæk og Sunnleif Rasmussen.

Hetta er eitt gamalt kór úr Aarhus við ríkum traditiónum og sum syngur á høgum støði og støðugt mennir seg tónleikaliga, Við eru 35 royndir sangarar, og mong hava verið við í kórinum rúma tíð og kenna hvønn annan rættiliga væl.

Seinastu árini hevur kórið ment seg saman við kórleiðaranum Nils Benedikt Meier, sum kom úr Leipzig til Aarhus at taka eina Master-útbúgving í kórleiðslu í 2025. Saman við honum hevur kórið framført nýskrivaðan tónleik av Morten Stenholt Rasmussen, Ea Wim og Archie John. Men tey hava eisini arbeitt við eldri tónleiki, sum t.d. Brams Rekviem og tónleiki hjá týskum og donskum romantiskum komponistum.

Sum kór dámar JAK eisini væl at syngja saman við øðrum kórum. Tey hava millum annað framført vinakonsertir saman við Konzertchor Leipzig bæði í Leipzig og Aarhus, og í Føroyum gleða tey seg til at møta kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, sum tey fara at syngja okkurt stykki saman við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #