Frihedsbrevet: Frihedsbrevet bjóðar enn einaferð inn til politiskt kjak leygarkvøldið klokkan 20. Eitt kvøld, har politikararnir sleppa til orðanna um nøkur týðandi viðurskifti.
Evnini eru tvinni, sum fylla nógv millum mannað og í miðlunum: abortmálið og fíggjarligu støðuna. Hetta seinna evnið fer bæði at snúgva seg um blokkstuðulin, tilfeingisgjøld og fíggjarstøðuna hjá okkum øllum.
Kjakið er skipað í tveimum, umboð fyri allar politisku flokkarnar eru við og tiltakið verður stroymt beinleiðis á Facebook og givið út sum poddvarp seinni.
Hetta er fjórða ferðin, at Frihedsbrevet skipar fyri Val á veg í Reinsarínum. Hini tiltøkini hava øll verið bæði lívlig og væl vitjað.
Val á veg verður leygarkvøldið 21. mars klokkan 20.00.
Barbara Holm og Jan Lamhauge eru vertir.
Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



