Borgarar í Klaksvíkar kommunu kunnu vænta lægri kommunuskatt og hægri barnafrádrátt næsta ár, verður uppskotið til fíggjarætlan fyri 2027 samtykt.
Skattaprosentið verður eftir uppskotinum lækkað úr 20,75 niður í 20,50, og barnafrádrátturin hækkar úr 8.000 upp í 9.000 krónur fyri hvørt barn.
Fíggjaruppskotið vísir eitt avlop á 427.000 krónur. Tá ið avdráttir verða taldir við, verður tó eitt gjaldførishall á umleið 6,6 milliónir krónur. Umsitingin metir harumframt tørv vera á at styrkja gjaldførið við umleið 20 milliónum krónum.
Eldraøkið fyllir nógv í fíggjarætlanini. Tá ið býráðið samtykti fíggjarkarmin í september, var játtanin til Norðoya Bú- og Heimatænastu mett at hækka úr 93,5 upp í 106,2 milliónir krónur. Hetta svaraði til nærum tveir triðingar av samlaða rakstrarvøkstrinum.
Fíggjarætlanin verður viðgjørd á býráðsfundinum í dag klokkan 17.30 í Varpinum. Skattalættin og hægri barnafrádrátturin eru sostatt enn ikki endaliga samtykt.
Fundurin kann stroymast um heimasíðuna hjá kommununi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



