Eftirsum tann politiska tjóðveldista-sektin hevur fýrs ára gráti- og lúni-dag fjúrtanda september í ár, hevur man í OVASTA KVETTI eftir heldur hvast orðaskifti viðtikið, at man í ár ikki fer at markera tapið sum eitt veitslutiltak, men heldur sum eitt sjónligt og opið politiskt sár.
Tað skal vera eitt alment martyrium við líðing, písking og aðrari politiskari masochismu.
Fólk skullu kenna tann danska sviðan, og fjøldin skal opinlýst síggja, hvussu tungt blokkurin tyngir, og hvussu ønskriliga strævin gerandisdagurin hjá politiskum brókaloysingum er av berari frustratión og fortvivlilsi.
Tað skal tí skipast eitt søguliga sjónligt tiltak líka frá Kúrbergi til tann ólidna Katedralin hjá Vatikaninum.
Tann uppfinnsama torturnevndin hjá sektini skrivar í hátiðarligum fø'lsdagsskrivi, at eitt slíkt eymkandi hátiðarhald verður meira í samsvar við ta strævnu tilveruna hjá republikistum, sum ofta føla, at nógvir veljarar loypa teir heilt um.
Tað nívir serliga nógv, at tað bara eru teir sjálvir, sum tykja synd í sær.
Hetta skal nú við miðvísum knossi broytast, so øll kunnu erkenna, hvussu ræðuliga illa tann danska blokk-tilveran plágar republikanarar
Miðvísir flagellantar í sektini hava tí avgjørt, at nationalir asketar fara at gera eitt heilt exceptionelt martyriums-tiltak við eini ómenniskjansliga strævnari grulving á berum republikønskum knøum líka úr Hoydølum til Kirkjubíggjar.
Sektin hevur longu fleiri kvøld aftaná ljósatendring øvað seg í miðvísari knossagongu niðaneftir tí brøttu Mannbrekku undir leiðslu av einum kendum lokalum Hoyvíkar-flagellanti.
Onkur vildi taka snarleiðina gjøgnum Heðinshol í Húsareyni, men hvørki Sira ella Høgni vilja hoyra talan um at profanera grulviferðina við Heðini og hansara freka javnaðarholi, so tað verður heldur grulvað ein strævnan umveg eftir Vegnum Langa.
Tann 14. september í lýsingini skullu níggju loysingar debutera knelandi í túninum hjá FK í Hoyvík, og so skal bólkurin fara spakuliga, men errin og miðvíst grulvandi vestureftir móti Ternuryggi og tí drúgva Veginum Langa.
Tey oddagrulvandi verða teir 6 løgtingslimirnir hjá sektini. Tey skullu samgrulva við Eyðuni og Rana Nolsøe, sum báðir skullu vera í alt for smáum skóm, men við guitar.
Øll skullu hava Seyðabrævið surrað fast um hálsin.
Níggjundi martyrur verður helst tann øskuklædda Anita á Fríðriksmørk, sum longu hevur lænt sær donsk hondjørn.
Løgtings-tvørballið Lillian Weihe hevur sjálvandi longu tikið vanligt fyrivarni og boðað frá, at hon ætlar at aka eftir hæli við gumpinum fremst.
Tað verður, uttan iva ein ógloymandi eym politisk løta, tá ið gongan í politiskum pianissimo-tempo ekur sáttliga úr FK-túninum.
Man væntar, nógvar ovfarnar áskoðarar, umframt KVF og onnur forfard europæisk media, sum fara at trokast uttanfyri FK-samtøkuna.
Fyri at pointera, hvussu strævið grulvarar hava tað, ætlar man at leiga níggju royndar grátikonur úr Bagdad.
Tær skullu stórtára, ýla og nísta, meðan tær førka seg synkront framvið grulvarum,
Heilt nærhendis gonguni væntast harra Jørgin Úlvsá at blanda seg uppí sum vanligt tilpiss, skiftivís við at píska grulvingar og skiftivís seg sjálvan. Jørgin er skjótt 70 ár, men framvegis aktivur oddamaður í Pubertila Tjóðveldi.
Tá ið tann masochistiska gongan hevur grulvað ca. 1 km yvir á Ternurygg verður hvíld, og grulvarar skullu gista í einum telti úr Bilka, har teir skullu sova á indiskum seymbrettum.
Pínubrettuni eru keypt bíliga úr Calcutta.
Ein forpíndur fakirur úr Bangladesh skal instruera og balla tey í korrekta pínulegu.
Næsta morgun herja teir kníggjafúsu asketarnir móti Mylnuni á Sundsvegnum.
NATIONAL KNíGGJA-MASOCHISMA
Siri og fleiri loysikonur hava knarrað nógv um, at tær so fegin vilja grulva oman í Løgtingið fyri at vísa, hvussu raskar tær eru at aka, men Høgni Hoydal bleiv í øðini og vildi ikki hoyra um at liggja á knæ fyri Samgongu-Beinir, so tað er avgjørt, at man skal grulva beinvegis móti Marknagili og Norðasta Horni við neyðugum steðgi fyri hvønn kilometur.
Tá ið tey koma til Brúnna við Sandá ætlar Bori-Dennis at fylkjast við grulvingum, og har ætlar hann at píska sær um beran ryggin og krevja, at man í tí erkvisna Hol-málinum loypir Sandoynna heilt um, so Suðuroyarholið heldur skal koma upp í Havnardali.
Annars vil Dennis helst grulva í gásagongd, tí social samgrulving riggar slett ikki í nationalum politikki.
Á Velbastaðar-hálsi koma tvær rivaliserandi grulvikonur afturat.
Tað eru Annika Olsen og borgmeistarin Berg.
Tær eru báðar i bótaskjúrtu við hvøssum píkum á ranguni. Annika er kolasvart klødd, men Berg er klødd i alskyns ælaboga-litum, sum hómast heilt í Koltri.
Tær báðar kunnu ikki torga hvørjaaðra og vilja tí slett ikki samgrulva.
Borgmeistara-Berg vil bara grulva á solidum asfalti, meðan Annika heldur vil niðan í bøin.
Sira noyðist tí at lata Onniku gera eina parallel-grulving gjøgnum hagan frá Reynsmúlalág og líka til portrið í Kirkjubø. Lillian Weihe ætlar eisini at hagagrulva solidariskt við Onniku.
Teir síðstu kilometrarnar til Kirkjubíggjar verður gongan fullmannað, tí tá koma Magni Arge og tann eftirlýsti catalonarin Puigdemont úr Bruxelles afturat. So tey skullu vera fjúrtan akandi við portrið.
Um tað er leti ella manglandi fimleiki, sum ger, at teir báðir periferisku politikarar eru so stuttgrulvandi, er eitt sindur óvist, men teir hava kortini lovað, at teirra gumpar skullu ikki liggja eftir.
Onkur hevur ætlað at steðga við Gomlu Rætt og hyggja inn í Holið, men Dennis vil hvørki síggja ella hoyra um Sandoynna, so leiðin verður beint móti Kirkjubø.
Við landskøstin í Kirkjubø skal tann monomani flagellanturin Úlvsá liggja á knæ og píska sær ryggin, meðan hann jabbar glosuna "loysing" sjeynda hvørt minutt.
Hann er sjáldsama orðaríkur lærari eftir Pisa-recept.
Tann hugagóði og vælformuleraði Úlvsá skal annars saman við tí spakføra Erlingi Eidesgaard koyra teltið og seymbrettir við svartklæddari trillubøru. Teir ætla at skumpa grulvarar inn í Magnusar-Katedralin.
Tey heilt lúgvaðu og illa skurslaðu kníggjafólk verða borin inn.
Innanveggja verður minniligt nationalt hátíðarhald.
Múrurin skal soleiðis gera nationalt gagn fyri fyrstu ferð i 600 ár sum almennur grulvigarður.
Inni verður rembandi smáprátað, og grulvað í níggju dagar.
Menuin verður einføld, ætlandi spik, vaniljukransar og pizza.
Í Múrinum verður frí atgongd, eisini fyri tey, sum ikki hava grulvað knossagonguna.
Tann mildi og beskedni Erlingur Eidesgaard skal liggja í morreyðari bótaskjúrtu á knæ mitt í Múrinum og noyða egnan løg afturvið coca colu niður í sakleysar grulvarar.
Okkara diplomatiska appendix, hr. Carl Johan Jensen skal koma úr London at stórfagna og takka grulvingum.
Hann hevur ikki nog goð knø til knossaleið, men ætlar at brøla líka so hart, sum á Doktaragrund. Allir skopuningar noyðast tí helst at lata vindeyguni hart aftur.
Tann littereri C. J. Jensen hevur umsett trý ørindi av Brókatátti til eingilskt. Teimum er hann so errin av, at hann ætlar at kvøða tey fyri verðinspressuni á ymsum London-pubbum afturvið einum einkultum ørindi av Orminum Langa.
Men hann vil eisini fegin undirhalda við Brókatátti í Múrinum. Hann skal vera í hylkjandi Bermuda-brókum, tí hann hevur kallað táttin "Ballad of -shorts".
Knossagongan fer allarhelst at enda tað níggjunda kvøldið við at Úlvsá, Høgni og Sira verða lyft uppá Magnusarmúrin, so tey kunnu neva og spýta reystliga í ein landssynning móti Danmark, meðan tey beint aftaná skriva eina drúgva og rørandi servila umsókn um munagóðan fíggjarligan stuðul til ta nationalu knossagonguna.
Tann masochistiska martyriums-grulvingin verður avgjørt ikki nakað blokka-bíligt tiltak.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



