Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Tónleikur

Innsent: Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex, sum er mannaður av Heiðriki á Heygum og Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys, gevur út staklagið "Sunday Evening in the Old Park," ið er ein umseting av føroyska klassikarinum hjá Simme, "Eitt sunnukvøld í Plantasjuni". Hettar er ein cowboyslig nýtulkan ið Birni Dam skrivaði í 1956. 

Kóboykex hevur gjørt baði eina enska og eina føroyska útgávu av laginum ið lyggur á øllum streymingartænastur.

Í sjónbandalagnum síggjast teir báðir Kóboykex, í sínum sermerktu ljósa -bláum og -reyðum klæðum, ríða hvítar hestar, og síðani fara inn í eitt dansistað, at syngja karaoke. Videolagið hevur Heiðrikur sjálvur leikstjórnað og klipt. Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur staðið fyri upptøkunum.

Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” . Eisini sangir sum "Kanska" og "Koyri heim" við bólki hansara Einangran.

Sigmund er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni.  

Heiðrik og Sigmund siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út áðrenn heildar útgávan Wagon Wheels kemur út í vár. Ætlanin er at  gera videoløg til øll stakløgini.

Videolagið sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=ToSlLMcr3YM

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #