Tann, sum ikki tímir at lesa, er líka fátækur í andanum sum tann, ið ikki dugir at lesa
- orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kodio: Í meira enn 12 ár hevur Terminal.fo veitt gjaldsloysnir til yvir 2.000 føroyskar fyritøkur – og er sostatt eitt av royndastu feløgunum í landinum á hesum øki. Felagið umboðar millum annað Verifone, SwedbankPay, Shopify, Shopbox og Vibrant. 

Kodio hevur meira enn 1.000 kundar í Føroyum, Danmark og Grønlandi – serliga innan heimasíður, intranet og talgildar loysnir. Felagið hevur leingi ynskt møguleikan at veita gjaldsloysnir, tí hetta hongur tætt saman við verandi loysnum. 

Eigararnir fegnast tí um møguleikan, ið nú gjørdist veruleiki, at gerast eigarar av Terminal.fo.

Jaspur Langgaard, stjóri í báðum feløgunum, fegnast um menningina í felagnum. Við samanleggingini fáa kundar hjá báðum feløgunum enn betri loysnir og tænastu – og somuleiðis møguleikan at savna fleiri talgildar loysnir á einum og sama stað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo