Í Oslo er ein kokkur skuldsettur fyri tilvitað at borðreiða við gomlum høsnarunga fyri stórum tali av løgreglumonnum sum í sambandi við jarðarferðina hjá Haraldi kongi gistu á hotellinum, har hon arbeiddi, skrivar DR.
Kvinnan varð handtikin tann dagin, Haraldur kongur varð jarðaður og leyslatin eftir hálvan annan dag. Hon er framvegis ákærd fyri at hava roynt at tarna arbeiðinum hjá løgregluni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



