Miðnám á Kambsdali: Á Grækarismessu, hóskvøldið 12. mars kl. 19, bjóðar Miðnám á Kambsdali til árligu várkvøldsetuna. Okkara dugnaligu næmingar borðreiða aftur í ár við einari fjølbroyttari og spennandi skrá. Øll – foreldur, avvarðandi, systkin, vinfólk og onnur – eru hjartaliga vælkomin.
Várkvøldsetan er eitt afturvendandi tiltak á Kambsdali. Í ár verður nógv at síggja og hoyra. M.a. næmingafilmar, tónleikaframførslur, m.a. bólkurin Icebreakers á serbreytini, Føroya størsta skúlakór, ferðafrásøgn hjá týskflokkinum og listaframsýning við verkum úr ymiskum flokkum.
Valfepurin er hækkandi í hesum døgum, og á kvøldsetuni fer okkara egni valviðmerkjari, Jóannes Hansen, at taka fepurin og hugleiða um val og fólkaræði.
Alt kvøldið verður sjálvandi møguleiki at tosa við lestrarvegleiðara um ivamál í samband við umsóknir til miðnám. Freistin er sunnudagin 15. mars.
Í steðginum er ókeypis drekkamuður í miðhøllini, har møguleiki verður at hitta næmingar og lærarar, práta saman og hyggja nærri at verkunum, sum eru gjørd í samband við kvøldsetuna.
Vit gleða okkum at bjóða tykkum øllum hjartaliga vælkomin til eitt lívligt, spennandi og hugnaligt grækarismessukvøld á Kambsdali.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



