Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Innsent: Sunnudagin, hin 09. august kl. 15.00 verður serstaka konsertin og guðstænastan í Gjónni við Gjógv.

Árliga siðvenjan, sum savnar væl af fólki hvørt ár, og er eitt sera gott høvið til at njóta eina hugnaliga og gevandi løtu í stórbæru náttúruni.

Í ár verður Ida Lykke Kannuberg prestur, og um viðrar, verður leita aftur til søguna, við at skjútsa inn á gjónna, sum eitt minnið yvir gomlu skjúts-pliktina, sum lá á nógvum bygdum í Føroym í gomlum døgum.  Hendan plikt, áðrenn motorarnir komu til landið, var at rógva lækna, jarðarmóður ella prest til grannaoynna, tá tørvur var á tí.    

Tónleikur verður ikki spardur uppá  - har Eiðis Ljómfelag aftur leggur fyri, undir leiðslu av Oddur Magnusson Hentze.

Urguleikari verður Sámal Matras Kristiansen.             

Fyri fyrstu ferð fer eitt útlendskt kór at syngja, og verður tað Pärnu  Kammerkoor úr Estlandi, undir leiðslu av Elo Kesküla.

Eitt Ensamble hjá kórinum fer eisini at framføra.

Fyrireikararnir gleða seg til enn einaferð at bjóða fólki til at njóta løtuna í stórbaru náttúruni.   Kaffimuður verður aftaná.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #