

BirkBloggur: The Woman in Cabin 10, á norskum Kvinnen i lugar 10, er nýggjur amerikanskur spenningsfilmur á Netflix, sum fer fram umborð á 150 $ millióna luksusjáttini, Savannah, ikki ólík teimum, ið plaga at pløga okkara havøki og vitja okkara havnir.
Umframt siglandi bátin sum avmarkaða eind og karmur um søguna, eru tveir aðrir týðandi lutir drignir uppá tráð í filmisku Netflixframleiðsluni: Fyrst fleirfalt Oscarvirðislønta stjørnan, Keira Knightley (f.1985), og síðan norska strondin, serliga Hjørundfjorden, í Møre og Romsdal, beint innanfyri Ålesund.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo