Iran-kríggið kann vera eitt prestisjutap fyri Russland - men eisini útloysa eina nýggja evropeiska kreppu, sum kann koma Vladimir Putin til góðar, sigur serfrøðingur.
«Tað eru tveir vinnarar í Iran. Hvørgin av teimum eru USA», skrivar søgufrøðingurin og uttanríkispolitiski analytikarin, Max Boot, í einum kronikki í The Washington Post.
Boot vísir á Russland og Kina sum tey londini, sum møguliga hava nakað at vinna av tí, sum gongur fyri seg í Miðeystri.
- Tað var eingin "nærliggjandi" hóttan frá Iran, sum kundi rættvísgera kríggið, sum Trump út í bláan heim byrjaði 28. februar. Kostnaðurin av tí fer helst at forða fyri royndunum hjá Amerika at kappast við nógv meira týðandi mótstøðupartar, serliga sameindu hjá Iran, Russland og Kina, skrivar Boot í síni klummu sambært Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



