- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Politikkur

Enn einaferð er ein føroyskur fólkatingslimur kelda og íbirtari til at mála eina skeiva og vitleysa mynd av Føroyum og føroyskum politikki í útlendskum miðlum (og av heiminum). Hetta hevur verið lagið hjá teimum føroysku umboðunum á fólkatingi í fleiri ár.

Hesaferð er stór grein í norska VG (Verdens gang), har ein føroyskur fólkatingslimur er keldan til hesa yvirskriftina á norskum: “Vi er fullstendig, totalt hjelpeløse.”

Og undir yvirskriftini er ein mynd av einum donskum verjuskipi, sum verður sagt at royna at verja Føroyar og hava eftirlit við russiskum fiskiskipum sum njósnast í Føroyum. Og fólkatingsumboðið úr Føroyum verður eisini endurgivið fyri at siga, at vit í Føroyum hava munandi verri eftirlit við russiskum skipum enn tey hava í Noregi.

Heimurin sæddur HAÐANI av Christiansborg ella HIÐANI úr Føroyum
Hvat er endamálið við at mála eina so blóðskeiva mynd av Føroyum og føroyingum úti í heimi? Hví skulu føroyingar keiputeknast sum bláoygdir, hjálparleysir og hóttir – og hví skal søgan falsast á henda hátt?

Hetta er ein avleiðing av, at vit hava fólkatingsumboð, sum við øllum amboðum royna at fáa okkum at síggja heimin og Føroyar niðri av Christiansborg og ikki hiðani úr Føroyum.

Tá kámast alt útsýnið til heimin og til okkara møguleikar og ábyrgd sum tjóð. Ókritiskt verða vit undirdíkt í sonevndum tíðindum, sum byggja á eina heimsfatan og eina mynd av Føroyum, sum er onki petti øðrvísi, enn tann danska nasjonalistiska søguforteljingin um hjálondini Føroyar og Grønland: Vit eru so hjálparleys og óment, at Danmark (ella onkur annar) má hjálpa og verja okkum ímóti tí óndu, stóru verð.

Og so verður gjørt júst sum í teirri avbronglaðu framferð hjá krígsmakarunum og ekstremistunum um allan heim: At skapa ógrundaðan ótta millum fólk. At taka alt úr einum høpi og blása onkran lut út úr øllum proporsjónum. At skapa svart-hvítar fíggindamyndir og ikki seta nakað í ein samanhang – í eitt høpi. At skíra onnur blaóygd, ið ikki kava og leggja seg undir valdsins ráu oyðingarframferð. Tí liva vit í púra høpisleysum tíðum.

Vit skulu byggja á fólkarætt og mannarætt
Veruleikin er: Føroyar eru hvørki hjálparleysar, óvardar ella hóttar hernaðarliga.

Vit hava – hóast vit enn ikki eru viðurkend sum sjálvstøðug tjóð – við einum samdum løgtingi aftanfyri samtykt og kravt: Onki um okkum, uttan um okkum. Vit skulu byggja á fólkarætt í øllum lutum. Altjóðarætt millum heimsins fólk og lond.

Tí hava vit seinastu árini samskift og samráðst beinleiðis við okkara grannalond um uttanríkis- og trygdarmál. Tað er ikki einfalt, tá ið vit ikki eru viðurkend sum fólk millum onnur, men vit hava bara gjørt tað kortini – so langt, ið vit røkka, áðrenn onkur steðgar okkum.

Havi sjálvur verið á eini røð av fundum við uttanríkis- og verjumálaráðharrar um trygdar- og verjumál í Norðuratlantshavi og Arktis. Serliga við Noreg, Bretland, Grønland, Ísland, USA, Kanada, Svøríki, Finnland og Danmark. Men eisini til dømis við onnur evropisk lond eins og við Japan og Kina.

Og vit eru sjálvandi fult før fyri at samráðast og gera avtalur um øll hesi mál sjálv - og smæðast á ongan hátt burtur í at taka ábyrgd og gera avtalur.

Miðdepilin í Norðuratlantshavi
Uttan at bróta nakran trúnað, so kunnu vit við okkara egna samskifti og royndum sláa hetta fast:

  • Vit eru strategiski miðdepilin í Norðuratlantshavi og hava avgerandi týdning í allari ferðslu á sjógvi, í luftini og undir sjóvarmálanum um okkara leiðir fyri allar heimsins tjóðir.

  • Vit hava altíð vitað og fáa tað váttað í øllum okkara samskifti – og tað átti at staðið øllum greitt eftirhondini – at Danmark verjir sjálvsagt ikki Føroyar. Vit eru innanfyri bretska trygdarøkið og mitt í Nato-økinum. Skuldi nøkur hernaðarlig hóttan verið, eru tað NATO-londini og serliga Bretland og USA, ið av egnum trygdaráhugamálum fremja atgerðir beinanvegin.

  • Vit hava ikki hernaðarstøðir og krígsútgerð í Føroyum og skulu ikki hava tað. Ongi av okkara samstarvslondum hava kravt ella sett ynski fram um tað heldur. Tí eru vit heldur ikki í vanda fyri nøkrum álopi.

  • Vit megna at taka egnar avgerðir og seta egin tiltøk í verk í heimsins ræðuleikum, sum lutfalsliga eru minst líka sterk og týðandi sum hjá øðrum londum.

  • Vit eru ikki í vanda fyri nakrari njósning í vanligari fatan, sum snýr seg um upplýsingar um hernaðarmál, týðandi infrakervi, sjókaðalar ella annað. Vit hava ikki hernaðarligar loynidómar mál. Alt okkara týðandi infrakervi er alment og opið og kann síggjast við at googla tað: Flogvøllur, vegir, tyrlupallar, havnir, el-framleiðsla, skip o.s.fr. Eisini okkara sjókaðalar (og vil nakar skaða teir, so kann tað gerast eisini uttanfyri okkara øki).

  • Okkara egna eftirlit, okkara egnu stovnar og skipanir, okkara tænastufyritøkur, okkara skipafloti og okkara infrakervi á øllum økjum er á sera høgum altjóða støði.

  • Okkara vaktarskip, tyrlutænasta, og bjargingarfeløg og skipanir eru á einum støði, sum ongin onnur tjóð við okkara fólkatali nakrantíð hevur megnað. Og tey samstarva beinleiðis við bæði sivilar og hernaðarligar myndugleikar í okkara grannalondum um venjingar og eftirlit og átøk.

  • Vit hava eisini samskiftisloysnir umvegis fylgissveinar, um ólag kemur á sjókaðalar o.a.

Hetta skulu vit styrkja
Tað, sum vit eiga at styrkja og byggja upp, eru:

  • Skipanir fyri veitingartrygd við serliga brennievni, mati og neyðsynjarvørum (har vit skulu vera mest møguliga sjálvveitandi).

  • Egið eftirlit við okkara egna loftrúmi.

  • Fleiri samskiftismøguleikar við sjókaðalum.

  • Nettrygdarskipanir – tað vil siga: Tað, ið kemur GJØGNUM kaðalar í talgildum samskifti, sum stýrir so nógv av okkara skipanum í dag.

Men týdningarmest fyri trygd og frið – ikki bara um okkara leiðir, men um allan heim – er fólkarættur, altjóðarættur og altjóða bindandi avtalur millum lond og tjóðir. Bæði tvílanda- og fleirtjóða avtalur og altjóða felagsskapir, ið fáa lond at samstarva og ikki kríggjast.

Hetta vita og duga vit ómetaliga væl í Føroyum. Vit taka lut og ganga eisini undan í eini røð av altjóða felagsskapum um okkara leiðis og samráðast so at siga hvønn dag um at gera tvílanda og fleirtjóða avtalur við okkara grannalond. Serliga um fiskiveiðu, felags náttúrustovnar, skipatrygd, leiting og bjarging, samskifti, gransking og umhvørvisvernd, mentan og útbúgving.

Tá ið altjóðarættur, altjóða avtalur og bindandi sáttmálar millum lond verða brotin, uppsøgd ella skúgvað til viks, er gøtan greidd til krígsmakararnar og ekstremistarnar. Og tað hendir hvønn einasta dag um allan heim.

Og tá hava fólkini og smátjóðirnar lítlan kjans.

Tí mugu vit í heimsins ræðuligu gongd ongantíð geva upp ella missa málið um avtalur og altjóða samstarv millum ymisk lond, grundað á mannarættindi og javnstøðu tjóðanna.

Hetta hevur altíð verið tjóðveldispolitikkur.

X við Tjóðveldi 24. og 26. Mars

Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #