At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At slaka fyri einum áleypara er sum at fóðra eina krokodillu við smábitum og vóna, at hon ikki etur teg fyrrenn síðst
- Winston Churchill
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Hermann Ronnason Samuelsen, løgtingsmaður 
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum 
Evni: Krøv fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

Spurningar: 
1. Hvørji eru galdandi krøvini fyri, at ein útlendingur kann fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum?

2. Verða nøkur krøv sett viðvíkjandi føroyskum málførleika, tá útlendingar søkja um varandi uppihaldsloyvi?

3. Um ikki, ætlar landsstýrismaðurin so at seta krøv um, at útlendingar skulu hava staðið eina roynd í føroyskum sum annaðmál fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi?

Viðmerkingar: 
Landsstýrið hevur gjørt ítøkiligar ætlanir um at herða útlendingalógina. Millum annað ætlar landsstýrið at herða krøvini til samfylgjandi familju fyri at tálma tí trýsti, sum tilflyting kann leggja á vælferðarskipanir okkara.  

Tó er ein grundleggjandi fortreyt fyri góðari integratión, at teir útlendingar, sum vit taka ímóti í 
Føroyum, hava nøktandi møguleikar at læra føroyskt og gerast ein virkin partur av føroyska samfelagnum.  

Tað er tí vandi fyri, at ein miseydnaður integratiónspolitikkur kann elva til parallellsamfeløg, sum kunnu leggja okkara felags virðir, livihættir og mentan undir óneyðugt trýst.

Við hesum í huga verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum. 

Á Løgtingi, 24. august 2026 
Hermann Ronnason Samuelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #