Skúlablaðið: - Vit rokna við, at kunngerðin um sálarligt arbeiðsumhvørvið fer at hava við sær størri tilvit um týdningin av góðum sálarligum arbeiðsumhvørvi, og tað fer at gagna nógvum av okkara limum. Men samstundis mugu skúlarnir arbeiða við ásetingunum í kunngerðini, soleiðis at tær fara at gera arbeiðsdagin tryggari. Eitt er, at sálarligt arbeiðsumhvørvi er komið í kunngerð. Næsta arbeiðið er at fáa vakrar orðingar til veruleikar í gerandisdegnum hjá okkara limum, sigur Føroya Lærarafelag í ársfrágreiðing sínari, sum var løgd fram fyri limum felagsins fyrst í mai.
Fyri at fáa kunngerðina viðkomandi hava Lærarafelagið og Heilsuhjálparafelagið saman við Arbeiðs- og brunaeftirlitinum arbeitt við at menna tilfar til arbeiðsplássmetingar. Tilfarið er nú klárt at royna á arbeiðsplássunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



