N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

N.N. sigst at vera ein frálíkur røðari: Hann er hin snjallasti, títtasti og mest áhaldandi - men hvat sigur hann?
- úr Børkuvísum
Tiltøk

Dagbíbliuskúlin: Mánakvøldið 2. februar kl. 19.00 verður kunningarkvøld um Dagbíbliuskúlan (BSK) í Kelduni. Kvøldið er ætlað øllum, sum hava áhuga í at hoyra meira um BSK og møguleikarnar at ganga á skúlanum. Luttøkan er óbindandi og er ætla sum ein møguleiki at fáa meiri kunning um skúlan.

Á kvøldinum verður m.a. ein stutt framløga um BSK.Eina løtu verður høvi at seta spurningar, har øll eru vælkomin at spyrja alt, tey ynskja at vita um dagbíbliuskúlan, og so verður eisini ein góður drekkamuður at fáa.

Gestir fáa eisini møguleika at síggja hølini og umstøðurnar hjá BSK og at heilsa upp á nakrar av undirvísarunum. Kvøldið verður avmarkað til ein tíma.

Sum ein stuttligur endi á kvøldinum verður eisini lutakast, har ein av teimum vitjandi vinnur eina BSK-troyggju.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Kelduna mánakvøldið 2. februar kl. 19.00, og fyriskipararnir gleða seg at hitta øll, sum eru forvitin og ynskja at vita meira um Dagbíbliuskúlan.

Eisini er møguleiki at lesa meira um skúlan á bsk.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #