Løgmaður á sínum Facebook vanga: Svarið er – fyribils fram til dystin sunnudagin - ja.
Tí í morgun hevði eg fund við bretska ráðharran í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, Lord Wood of Anfield.
Sum navnið vísir, so er ráðharrin gløðandi Liverpool-fjeppari og hevur valt sær “Anfield” sum formligt navn, tí soleiðis eitur heimavøllurin hjá Liverpool FC.
Men nú er tað soleiðis, at eg eri gløðandi Everton-fjeppari.
Tí var tað sjálvsagt, at vit eisini umrøddu annað enn politikk, og harumframt gav ráðharrin mær Everton-troyggju í gávu við talinum 15 aftanfyri.
Eitt tal, eg sjálvur altíð havi nýtt í Team Klaksvík, men orsøkin hjá teimum var nokk, at eg eri nr. 15 í røðini av løgmonnum eftir 1948.
Sum tit síggja í brotinum, so var tað við ringum smakki í munninum, at hann handaði mær troyggjuna, men bretar duga væl at halda sær í skinninum og vera høviskir
Takk fyri vitjanina, Lord Wood!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



