Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum
Evni: Kommunulæknin í Vágum
Spurningar:
1. Nær væntar landstýriskvinnan, at nýggja kommunulæknaviðtalan verður sett?
2. Verður í setanartilgongdini arbeitt fyri, at kommunulæknaskipanin í Vágum eisini fevnir um kvinnuligan kommunulækna?
Viðmerkingar:
Undanfarna samgonga saman við fíggjarnevndini játtaði fígging til eina nýggja kommunulæknaviðtalu í Vágum. Kommunurnar hava riggað hølir til, men hóast tað er arbeiðið enn ikki komi so langt, at viðtalan er tikin í nýtslu.
Í dag eru tveir mannligir kommunulæknar knýttir at læknaviðtalunum í Vágum. Fleiri borgarar hava víst á ynski um eisini at hava møguleika at velja kvinnuligan kommunulækna, og tí er viðkomandi at spyrja, um og hvussu landstýriskvinnan ætlar at tryggja hendan møguleikan.
Sambært teimum upplýsingum, sum fyrr hava verið givnir, var ætlanin, at viðtalan skuldi verða klár í 2026. Tí er viðkomandi at fáa greiðu á, nær hon verður mannað. Tí verða hesir spurningar settir landstýriskvinnuni.
Á Løgtingi, 3. august 2026
Jóhannis Joensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



