Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hvat er menniskjans fremsta skylda? Jú, at vera trúgv/ur móti sær sjálvum
- Henrik Ibsen
Skúli

Skúlablaðið: Triði hvør lærari er fyri hóttanum, fimti hvør hevur upplivað happing, og áttandi hvør er fyri harðskapi. 

Tað eru køldu og beisku tølini, sum vórðu løgd fram á álitisfólkadegi hjá Føroya Lærararfelag stutt fyri jól í fjør. 

Tølini stava úr stóru arbeiðsmarknaðarkanningini Arbeiði og tú, sum varð gjørd í 2021.

Ein niðurstøða í kanningini er, at kensluligu krøvini eru munandi hægri hjá lærarum og øðrum starvsfólkum innan umsorganarbeiði enn í øðrum starvs- og yrkisbólkum.

– Eg hugsi, at lærarayrkið er ógviliga relationelt og kensluliga krevjandi. Vit hoyra javnan lærarar siga, at yrkið er broytt munandi seinastu árini og umsorganaruppgávurnar vorðnar fleiri. Tað merkir, at lærarar hava fingið fleiri uppgávur oman á ta frammanundan stóru og krevjandi uppgávuna at undirvísa, sigur Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur og lektari í sálarfrøði á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #