Svar uppá fyrispurning nr. 52-011/2026 frá Kristian Krog Hentze, løgtingsmanni, settur Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um lærlingafrádrátt undir barsil.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu eru viðurskiftini við lærlingafrádrátti hjá lærlingum, tá teir eru í barnsburðarfarloyvi?
Svar til fyrispurning nr. 1:
Sambært § 33, stk, 1, nr. 19 hevur ein lærlingur rætt til ein frádrátt á upp til kr. 50.000 av árligu skattskyldugu inntøkuni.
Fevnir lærutíðin einans um ein part av inntøkuárinum, verður frádrátturin fyri inntøkuárið veittur lutfalsliga, har dagtalið sum lærlingur verður sett í mun til dagtalið í árinum.
Sum lærlingur er at meta persónur, ið er fevndur av einum galdandi lærusáttmála.
TAKS viðgjørdi í 2025 spurningin um, hvussu lærlingafrádrátturin skal viðgerast í mun til barsil, og var eisini í samskifti við Yrkisdepilin, og tá var niðurstøðan hjá TAKS, at tað avgerandi er, um lærutíðin er galdandi ella ikki.
Yrkisdepilin hevur upplýst, at tað er vanligt at lærupláss og lærlingur gera avtalu um at leingja lærutíðina.
Tá lærutíðin verður longd, er lærlingurin sambært TAKS framhaldandi fevndur av einum lærusáttmála, sambært allýsingini av einum lærlingi í § 33, stk. 1, nr. 19 í skattalógini, og tískil hevur hann rætt til frádrátt í barsilstíðarskeiðnum.
Tinganes, 20. august 2026
Aksel V. Johannesen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



