Teir ellivu, ið Eyðun Klakstein sendi á vøllin frá byrjan í seinasta dystinum hjá manslandsliðnum, sum var tíðliga í juni. Føroyar vunnu 1-0 á útivølli ímóti Litava - Mynd: Hans Erik Danielsen
Teir ellivu, ið Eyðun Klakstein sendi á vøllin frá byrjan í seinasta dystinum hjá manslandsliðnum, sum var tíðliga í juni. Føroyar vunnu 1-0 á útivølli ímóti Litava - Mynd: Hans Erik Danielsen
FSF: Síðst í hesum mánaðinum og fyrst í oktobur verður nógvur landsliðsfótbóltur á skránni.
Manslandsliðið fer undir nýggja UEFA Nations League-kapping, og at byrja við skulu Eyðun Klakstein og hansara menn spæla fýra dystir – tveir á heimavølli og tveir á útivølli.
Samstundis fer U21-landsliðið undir endaspurtin í EM-undankapping, og skal um mánaðarskifti spæla tveir heimadystir og ein útidyst.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 14. septembur klokkan 10:00.
Á tíðindafundinum fara Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari hjá monnum, og Ólavur Mikkelsen, venjari hjá U21-landsliðnum, at kunngera hóparnar til landsliðsuppgávurnar, ið standa fyri framman.
25. sept.
Estland U21 – Føroyar U21 (Pärnu / 17:00)
26. sept.
Føroyar A – Kasakstan A (Tórsvøllur / kl. 17:00)
29. sept.
Moldova A – Føroyar A (Chisinau / 17:00)
30. sept.
Føroyar U21 – Luksemborg U21 (Djúpumýra / 17:00)
2. okt.
Føroyar A – Slovakia A (Tórsvøllur / 19:45)
6. okt.
Kasakstan A – Føroyar A (Astana / 15:00)
Føroyar U21 – Ísland U21 (Tórsvøllur / 18:00)
———
13. nov.
Slovakia A – Føroyar A (Kosice / 19:45)
16. nov.
Føroyar A – Moldova A (Tórsvøllur / 15:00)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



