Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Hóast Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, viðurkennir, at tað er ikki rímiligt, at ikki allar pensjónir verða mótroknaðar líka, so ætlar hann kortini einki at gera fyri at  broyta hetta.

Á tingfundinum sum byrjaði klokkan 11 í dag segði hann í svari uppá ein fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, at tað liggur ikki ovast í bunkanum hjá honum, at fáa hesi viðurskiftini í rættlag.

Helgi Abrahamsen spurdi landsstýrismannin, um inntøkur frá egnari pensjónsuppsparing og frá tænastumannapensjónum verða mótroknaðar líka í viðbótini til fólkapensjónina? Hann spurdi eisini, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rímiligt, um tær ikki verða mótroknaðar líka?

Ikki allar pensjónir verða skattaðar líka
Fyrispurningurin bygdi á tað sannroyndina, at lønarinntøkur og gjøld úr pensjónsgrunnum verða mótroknaðar í fólkapensjónini. Tað merkir, at um ein pensjónistur arbeiðir ella fær útgjald úr pensjónsgrunni, so fær viðkomandi minni í fólkapensjón.

- Men ikki allar pensjónir verða skattaðar líka, vísti Helgi Abrahamsen á. 

- Tænastumannapensjónir verða skattaðar sum vanlig inntøka, persónlig pensjónsuppsparing verður forskattað, og Samhaldsfasti verður skattaður tvær ferðir – bæði við inngjald og útgjald, segði hann. Tí spurdi hann, hvat hetta merkir fyri mótrokningina í pensjónini.

- Verður pensjónin forskattað, so er útgjaldið eitt nettogjald, men verður pensjónin roknað sum løn, so er talan um eitt bruttogjald, men í báðum førunum er talan um okkurt slag av pensjón, sum skal mótroknast í fólkapensjónini, segði Helgi Abrahamsen.

- Tí er spurningurin, um tað er netto-upphæddin ella brutto-upphæddin, ið verður mótroknað, og ikki minst, um tað sama er galdandi fyri bæði sløgini av pensjón, segði hann.

Munur verður gjørdur
Landsstýrismaðurin svaraði, at tað verður gjørdur munur á, hvussu hetta verður mótroknað í fólkapensjónini. Tey sum hava egna pensjónsuppsparing verða bara mótroknað av lønini (eftir skatt), meðan tey sum fáa tænastumannapensjón verða mótroknað av lønini áðrenn skatt.

Tað merkir, at tann parturin av pensjónini, sum tey við tænastumannapensjón ikki fáa útgoldið (skatturin) verður eisini mótroknaður í fólkapensjónini.

Men hóast landsstýrismaðurin ásannar, at hetta ikki er rímiligt, so verður einki ítøkiligt arbeiði gjørt í løtuni og liggur tað heldur ikki ovast í bunkanum, tí tað eru onnur mál, sum hava størri týdning, segði landsstýrismaðurin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #