Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lívið er tað sum hendir tær ímeðan tú ert upptikin av at leggja aðrar ætlanir
- John Lennon
Politikkur

Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-136/2025 frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, um at tryggja javnbjóðis kapping á landbúnaðarøkinum og tryggja matframleiðslu í kreppustøðu

Spurningarnir vóru soljóðandi:  
1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin framt, fyri at styrkja føroyskan landbúnað, so at føroyska samfelagið í størri mun gerast sjálvforsýnandi við grønmeti og frukt?

2. Hevur landsstýrismaðurin gjørt nakrar kanningar av, hvørjar stuðulsskipanir ella íløgur skulu til, fyri at føroyskir matframleiðarar kunnu verða kappingarførir í mun til útlendskar framleiðslur, sum fáa munandi almennan stuðul?

3. Hvørjar møguleikar sær landsstýrismaðurin fyri sær, at økja um føroysku kjøtframleiðsluna, so føroyska samfelagið kann gerast meira óheft av innflutningi uttanífrá, og minni treytað av innfluttum tilfari?

4. Er nakar arbeiðsbólkur, arbeiðsætlan ella langtíðarstrategi fyri framman, sum miðar eftir, at tryggja føroyska mattrygd í støðum við avbyrging ella ótryggum altjóða marknaði?

5. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at Føroyar klára seg í eini støðu, har innflutningur av grønmeti, frukt og tilfari til kjøtframleiðslu steðgar í eitt longri tíðarskeið?

6. Er ætlanin at geva føroyskum borgarum vegleiðing um, hvussu tey kunnu fyrireika seg í støðum við avbyrging, serliga við atliti at mat trygd?

Svarað verður undir einum: 
Landsstýrið ætlar sær at styrkja føroyska landbúnaðin, so hann er kappingarførur við tann útlendska landbúnaðin. Ein sterkur landbúnaður er ein týðandi liður í ætlanunum at styrkja matvørusjálvbjargnið og mótstøðuførið í Føroyum. Fyri at røkka hesum máli arbeiða Búnaðarstovan og Vinnumálaráðið við eini langtíðarstrategi, sum skal virka fyri, at vit eru 50% sjálvbjargin við teirri grøði, sum grør væl í Føroyum, samstundis sum málið er at styrkja føroysku kjøtframleiðsluna, so hon eisini frameftir er ein týðandi partur av føroyska matkovanum. Fyri at røkka hesum málum verður arbeitt við trimum átøkum, sum skulu styrkja landbúnaðin.  

Aðalmálið við at fremja hesi átøkini er at økja lønsemið í landbúnaðinum, so vinnan er sterk og nýskapandi og dregur fólk til sín. Búnaðarstovan hevur greinað føroyska landbúnaðarstuðulin og sammett hann við stuðulin í norðurlondum og ES. Stuðulin í Føroyum er væl lægri.  

Tað fyrsta átakið er at endurskoða og økja landbúnaðarstuðulin, so at hann ger veruligan mun hjá teimum, sum virka í landbúnaðinum.

Tað næsta átakið er at lætta um atgongdina hjá festibóndum at fáa fígging til íløgur í festini, so framleiðsla teirra støðugt er kappingarfør og framtíðartryggjað. Tað triðja átakið er at fara undir at endurskoða og eftirmeta festiskipanina og fremja tillagingar í henni, um tørvur er á tí.

Omanfyrinevndu átøk hava til endamáls at styrkja føroyska landbúnaðin við kappingarføri, og á tann hátt eggja til størri framleiðslu av grøði og kjøti til tann føroyska marknaðin. Á henda hátt gerast vit meira sjálvbjargin á matvøruøkinum.

Føroyar eru sum heild, tá ið tað ræður um matvørutrygd, væl fyri, men tað eru eyðsæð nakrir veikleikar, tá talan er um longri tíðarbil við órógvi á innflutninginum av vørum, fóðri og tøðum.

Eitt langt tíðarbil uttan innflutta grøði og fóður hevði havt við sær, at grønmeti og frukt fóru at mangla og hevði eisini ávirkað seyða- og neytabøndurnar, sum sannlíkt høvdu verið noyddir at umskipa sín rakstur við m.a. at slátra burtur av teirra skipanum. Tað er tó umráðandi at leggja dent á, at sjálvt um ávísar matvørur høvdu manglað, so hevði trot ikki verið á mati, tí í eini kreppustøðu er sjógvurin okkara kovi.

Mett verður, at tað ikki er tørvur á eini vegleiðing um, hvussu føroyingar skulu bera seg at í støðum við avbyrging. Vísast kann í hesum sambandi á, at tilbúgvingin mælir til, at fólk hava mat og drekka til trý samdøgur. 

Vinnumálaráðið, 29. juni 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #