Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Løgmálaráðið: Føroya landsstýri stuðlaði 22 humaniterum verkætlanum og 18 neyðhjálparátøkum úti í heimi við tilsamans 15,7 mió. kr. í 2024.

Høvuðsgeirarnir, sum fingu mestan stuðul í humaniteru verkætlanunum, vóru útbúgving, heilsa og reinføri og barnavernd. 62% av verkætlanarstuðlinum fór til verkætlanir í Ukraina.

Høvuðsgeirarnir, sum fingu mestan stuðul í neyðhjálparátøkunum, vóru barnavernd, náttúru- og veðurlagsvanlukkur og heilsa og reinføri. 39% av stuðlinum fór til neyðhjálparátøk í Ukraina.

Ársfrágreiðingin við nærri lýsingum um allar humaniteru verkætlanirnar og neyðhjálparátøkini, ið fingu stuðul frá Føroya landsstýri í 2024, er tøk at lesa her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #