Svar upp á Fyrispurning nr. 52-030/2026 eftir § 52a í tingskipanini, um gjald fyri læknahjálp til útlendingar í læknavaktini, frá Jóhannis Joensen, løgtingsmanni
Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar reglur galda fyri gjald fyri læknahjálp, tá útlendingar, sum eru fyribils í Føroyum, fáa hjálp frá læknavaktini?
2. Eru greiðar og felags mannagongdir fyri, hvussu gjald frá útlendingum skal handfarast í læknavaktini, og hvussu verður hetta gjørt í praksis?
3. Hvussu verður kommunulæknin samsýntur fyri at veita útlendingum læknahjálp í læknavaktini, og hvør ber útreiðsluna í teimum førum, tá viðkomandi ikki hevur rætt til ókeypis læknahjálp?
4. Metir landsstýriskvinnan, at verandi reglur og mannagongdir eru nóg greiðar fyri bæði kommunulæknar og tey, sum venda sær til læknavaktina?
Svar:
Til spurning 1 og 2
Í grein 6 í í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið eru ásetingar um, hvørji rættindi, persónar, sum ikki búgva her í landinum hava til viðgerð í sjúkrahúsverkinum, og har er ein heimild til at taka eitt ávíst gjald fyri viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Í Heilsutrygdarlógini er ikki ásett í serstakari grein, at gjald kann krevjast frá útlendingum, sum fyribils eru í Føroyum og sum hava tørv á læknahjálp t.d. frá læknavaktini.
Landsstýriskvinnan hevur tó ætlanir um at útvega eina heimild í Heilsutrygdarlógini, ið er lík heimildini í løgtingslógini um sjúkrahúsverkið, sum greiðari heimilar landsstýrisfólkinum at áseta reglur um gjald fyri persónar, ið ikki búgva her í landinum og tí ikki hava rætt til ókeypis veitingar sambært Heilsutrygdarlógini.
Tá ið hendan heimild fyriliggur, fer Heilsu- og orkumálaráðið at heita á Heilsutrygd saman við Sjúkrahúsverkinum at viðgera, hvørjar mannagongdir skulu gerast og hvussu hetta gjaldið ítøkiliga verður kravt inn.
Til spurning 3
Læknavaktin varð umskipað í 2023 og farið var frá veitingargjøldum til tímaløn hjá kommunulæknanum. Kommunulæknar fáa sostatt tímaløn frá Heilsutrygd, meðan teir arbeiða inni á læknavaktini, og hendan tímalønin fevnir eisini um læknahjálp til persónar, sum ikki hava rætt til ókeypis læknahjálp.
Um útlendingar, sum hava tørv á bráðfeingis læknahjálp, ikki gjalda fyri læknahjálpina á læknavaktini, so er tað Heilsutrygd, sum ber hesa útreiðslu, tí Heilsutrygd rindar lønina hjá læknanum.
Til spurning 4
Landsstýriskvinnan ætlar, sum nevnt í svarinum til spurning 1 og 2, at útvega eina greiðari heimild í Heilsutrygdarlógini til at taka gjald frá útlendingum, sum fáa viðgerð í læknavaktini.
Tá ið heimildin er fingin til vega, eiga verandi mannagongdir at verða eftirhugdar og gjørdari greiðar, bæði fyri starvsfólk á vaktini og fyri útlendingarnar, sum leita sær hjálp hjá læknavaktini.
Heilsu- og orkumálaráðið, 14. september 2026
Eyðdis Hartmann Niclasen
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



