Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg venji tíðliga um morgunin - áðrenn heilin uppdagar, hvat eg geri
- ókendur
Politikkur

Heilsu- og Orkumálaráðið: Landsstýriskvinnan í Heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, hitti í dag koreanska sendiharran í Keypmannahavn, sum í hesum døgum vitjar í Føroyum.

Í juni í ár stóð Landsstýriskvinnan á odda fyri føroyskari sendinevnd, ið vitjaði Suðurkorea, tí landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum var upptikin av øðrum skyldum.

Endamálið við vitjanini í Suðurkorea var at kanna møguleikarnar fyri tættari samstarvi millum londini innan eina røð av økjum, harundir betri marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning, samstarv innan fiskivinnu, samstarv innan heilsu og orku, havgransking, skipasmíð, snildhavnir, útbúgving, ferðavinnu v.m.

Vitjanin í Suðurkorea hepnaðist væl, og gott samskifti er millum landsstýrið og suðurkoreanskar myndugleikar, umframt vinnuna í londunum báðum í løtuni. Tað er júst í hesum sambandi at koreanski sendiharrin í Keypmannahavn vitjar í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #