Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum, Sirið Stenberg, luttekur í hesum døgum á heimsframsýningini í Osaka í Japan, har lond úr øllum heiminum savnast undir heitinum: Designing Future Society for Our Lives.

Í dag setti landsstýriskvinnan javnstøðudagin í norðurlendska skálanum við eini røðu, har hon vísti á norðurlendsku royndirnar við javnstøðu, men legði dent á, at stríðið er langt frá liðugt. Globalt síggja vit afturstig, tí er altjóða samstarv týdningarmiklari enn nakrantíð. Røðan var samstundis ein viðurkenning av norðurlendska samstarvinum við Japan, har javnstøða er ein av hornasteinunum í felags diplomatiska arbeiðinum.

Les setanarrøðuna hjá landsstýriskvinnuni til norðurlendska javnstøðudagin her.

Føroyar á Expo 2025 - Faroe Islands Days
Seinni í vikuni vera Føroyar vertur fyri døgum í norðurlendska skálanum, Faroe Islands Days, ið hava til endamáls at varpa ljós á Føroyar í Japan, men eisini úti í heimi. Dagarnir eru skipaðir við íblástri úr Tonik, við umboðum frá føroysku vinnuni, listafólki og íverksetum.

Landsstýriskvinnan setur føroysku dagarnar 4. september saman við japanska varauttanríkisráðharranum, Hisayuki Fujii, umboðandi japonsku stjórnina.

Sí skrá fyri føroysku dagarnar her.

Les meira um føroysku dagarnar her. 

Norðurlendski skálin er væl vitjaður, og millum 8000-9000 fólk leggja leiðina framvið hvønn dag. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #