Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann lati sigur ofta, at tí ágrýtna gongst væl, av tí at hann er so heppin
- H. L. Mencken
Politikkur

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, var í farnu viku á vitjan í Almannaverkinum, á Staravegi og Smyrilsvegi í Havn. Endamálið við vitjanini var at fáa betri innlit í virksemið og tær tænastur, ið Almannaverkið veitir borgarum kring landið.

Vitjanin byrjaði við einari framløgu frá Hjørdis Mortensen, stjóra, um Almannaverkið, nýggja bygnaðin og tær ætlanir og mál, sum eru fyri framman.

Síðani fekk landsstýriskvinnan høvi at hoyra nærri um virksemið á deildunum Arbeiðsbúgving, Hjálpartól og Tulking og Venjing og Samskiftismenning. Hon varð eisini víst runt í hølunum og fekk høvi at seta spurningar og tosa við leiðarar og starvsfólk.

Á rundvísingini sá landsstýriskvinnan millum annað venjingarhølini, sum verða nýtt til endur- og viðlíkahaldsvenjing og samskiftismenning. Eisini vitjaði hon goymsluna hjá Hjálpartólum, har túsundtals hjálpartól fara ígjøgnum á hvørjum ári.

- Vitjanin gav mær eitt gott innlit í tað fjølbroytta og týdningarmikla arbeiðið, sum Almannaverkið ger. Tað var serliga gagnligt at hoyra frá teimum, sum arbeiða við tænastunum í gerandisdegnum, og at síggja, hvussu arbeiðið verður skipað í verki, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #