Ríkidømi fjaldi mangt skálkabragdið
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ríkidømi fjaldi mangt skálkabragdið
- úr Børkuvísum
Politikkur

Almanna- og Bústaðamálaráðið: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, vitjaði í gjár Seymistovuna Ný Ný og Ávegishúsið í Lynggøtu, sum bæði eru tilboð hjá Bláa Krossi Føroya.

 Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya, vísti landsstýriskvinnuni runt og greiddi frá virkseminum og arbeiðinum í teimum báðum tilboðunum.

Í Ný Ný verða brúkt klæði nýtt av nýggjum til millum annað barnaklæði og aðrar vørur. Samstundis er seymistovan eitt sosialt og arbeiðslíkt tilboð til fólk, sum ikki megna at vera á vanliga arbeiðsmarknaðinum, og sum hava tørv á tryggum kørmum, umsorgan og stuðli í gerandisdegnum.

Ávegishúsið í Lynggøtu er eitt fyribils og rúsfrítt bútilboð til vaksin, sum hava sosialar avbjóðingar og tørv á stuðli til at fáa eina tryggari og meira sjálvstøðuga tilveru.

- Tað var sera áhugavert at fáa innlit í hesi bæði ymisku tilboðini og at hoyra um tað týdningarmikla arbeiðið, sum Blái Krossur ger. Bæði tilboðini skapa virði – á hvør sín hátt – fyri einstaka menniskjað og fyri samfelagið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðarmálum.

 Landsstýriskvinnan takkaði fyri eina áhugaverda og gevandi vitjan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #