Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Politikkur

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, er staddur í Nuuk, har hann luttekur á fundi í samstarvsráðnum millum Føroyar, Grønland og Danmark.

Í sambandi við ferðina hevur landsstýrismaðurin eisini havt fleiri aðrar fundir við politiskar samstarvsfelagar. Í gjár hitti hann danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, har teir umrøddu uttanríkispolitisk mál av felags áhuga og høvdu sínámillum kunning um aktuell mál.

Harumframt hevur landsstýrismaðurin havt fund við uttanlandsnevndirnar í Løgtinginum, Inatsisartut og Fólkatinginum, har hann kunnaði um føroysk uttanríkisviðurskifti og sjónarmið. Eisini hevur hann havt fund við verjunevndina í bretska tinginum, har serligur dentur varð lagdur á verju- og trygdarpolitisk viðurskifti, umframt samstarvið við Bretland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #