Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Fiskivinnumálaráðið: Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, var mikudagin á vitjan í Grimsby í Bretlandi. Umframt at fáa kunning um Grimsby og tøttu bondini til Føroyar, var endamálið at fáa innlit í tær avbjóðingar og møguleikar, sum merkja bretska marknaðin.

Torkil Davidsen, ið arbeiðir hjá Bakkafrost og er búsitandi í Grimsby, hevði lagt skránna til rættis í samstarvi við sendistovuna í London.

Vitjað varð hjá ymsum fiskakeyparunum og framleiðarum. Great Grimsby Fish Company og Fastnet greiddu frá framleiðsluni og vístu runt á virkinum. Feløgini keypa vanliga fisk úr Føroyum, og latið varð væl at dygdini á føroyska fiskinum. Júst hendan dagin var tíanverri eingin fiskur úr Føroyum orsakað av seinkingum í farmaflutninginum.  

Í Alfred Enderby Smokehouse varð greitt frá arbeiðsgongdini at roykja hýsu og laks. Talan er um eitt av fáu roykivirkjunum, sum eru eftir í Grimsby. Dentur verður lagdur á dygd, og hildið verður fast við gamla háttin at roykja fisk, sum bæði geva fiskinum rætta smakkin, men eisini rætta litin, sum hevur stóran týdning hjá kræsnu kundunum.

Høvi var at síggja havnarlagið, har tað einaferð var stórt virksemi við fiskiskipum og skipasmiðjum, men sum í dag verður brúkt til annað virksemi serliga virking av innfluttum fiski.

Partur av økinum, sum áður hýsti m.a. framleiðslu av ísi til fiskaídnaðin og annað virksemi knýtt at mongu fiskiskipunum í økinum, er í stóran mun forfallið í dag. Greitt varð frá ætlanum um at endurreisa økið og at fáa nýtt lív og virksemi í gomlu bygningarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #