Svar til skrivligan fyrispurning eftir §52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum
Evni: Gongugjald til Slættaratind
Spurningar:
1. Er tað lógligt at krevja 200 krónur frá ferðafólkum fyri at ganga niðan á Slættaratind, tá ið eingin gjørd gøta, ongin ferðaleiðari, vesi ella onnur ítøkilig tænastuveiting fylgir við gjaldinum?
2. Kann gjald, sum verður kravt inn nú, metast sum gjald fyri tænastu, tá ið peningurin sambært skeltingini skal fíggja eina nýggja gøtu og aðrar hentleikar, sum ætlanin er at gera í framtíðini, ella er talan um ólógligt gjald fyri atgongd at lendi?
3. Er tað ikki júst eitt av endamálunum við ferðavinnugrunninum sambært § 14 í Ferðavinnulógini at fíggja gerð og viðlíkahald av slíkum farleiðum?
4. Hvørji ítøkilig stig ætlar landsstýrismaðurin at taka fyri at fáa innkrevjingina kannaða og – um hon er uttan lógarheimild – steðgaða?
Til spurning 1
Eftir ferðavinnulógini er tað ikki lógligt at krevja gjald frá ferðafólki fyri at ganga eina farleið, uttan so at nøkur ítøkilig tænastuveiting fylgir við gjaldinum.
Til spurning 2
Gjald kann ikki verða tikið fyri eina tænastu, sum ætlanin er at veita í framtíðini.
Til spurning 3
Jú, eitt av endamálunum við burðardygdargjaldinum er at savna pening í ein grunn, sum skal nýtast til at gera og víðka farleiðir, umframt til onnur átøk, ið skulu skipa og menna ferðavinnuna kring landið.
Tey, sum krevja inn burðardygdargjald, skulu sambært § 13 lata TAKS uppgerð yvir uppkravda gjaldið undanfarna ár í seinasta lagi samstundis, sum sjálvuppgávan verður latin inn.
Enn er tí eingin peningur inngoldin til TAKS, og grunnurin er enn ikki skipaður.
Til spurning 4
Landsstýrismaðurin fer ikki at taka nøkur ítøkilig stig í málinum, tí heimildin at handhevja lógina liggur hjá politinum sambært § 12 í ferðavinnulógini. Politiið kann krevja, at ólógligar forðingar sambært § 11, stk. 1 og 2, verða tiknar burtur, og at onnur viðurskifti, sum ikki eru í samsvari við hesa løgtingslógina ella reglur, givnar við heimild í henni, verða fingin í rættlag.
Leggjast kann afturat, at landsstýrismaðurin fyrireikar uppskot til broytingar í ferðavinnulógini, sum styrkja rættindini hjá bóndunum. Broytingarnar fara millum annað at geva bóndum frælsi til sjálvir at áseta gjøld og treytir fyri ferðafólk, sum vilja ganga í teirra haga.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



