Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framtíðin kemur ofta ófráboðað
- George F. Will
Politikkur

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið: Í dag luttók Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, á ráðstevnuni, EU Arctic Forum and Indigenous Peoples’ Dialogue, sum verður hildin í Brússel í døgunum 1.-3. september. 

Ráðstevnan, sum ES-nevndin skipar fyri, savnar stjórnarumboð, granskarar og umboð fyri upprunafólk at viðgera viðurskifti í Arktis. Á skránni eru evni sum altjóða samstarv, burðardygg og búskaparlig menning í Arktis, avbjóðingar í sambandi við veðurlagsbroytingar, samstarv millum arktisk lond og øki, umframt gransking, nýskapan og vitan um Arktis.

Landsstýrismaðurin tók lut í samrøðu á palli við aðalstjóran í DG Mare, Charlina Vitcheva, á tiltaki við heitinum “The Arctic today”. Í samrøðuni legði landsstýrismaðurin dent á týdningin av altjóða samstarvi, vísindagrundaðum avgerðum og einari skipan, sum byggir á altjóða lóg og reglur. Hann vísti eisini á føroyska íkastið til burðardygga umsiting av hav- og sjótilfeingi, umframt týdningin av øktum samstarvi um trygd og tilbúgving í Arktis.

Í sambandi við ráðstevnuna hevði landsstýrismaðurin eisini fund við ES-nevndarlimin í hav- og fiskivinnumálum, Costas Kadis. Á fundinum umrøddu teir samstarvið millum Føroyar og ES.

Meira kunning um ráðstevnuna fæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #