Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Hósdagin vitjaði Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, Meginfelag Útróðrarmanna og fríggjadagin Vága Útróðrarfelag.

Meginfelag Útróðrarmanna er felag fyri útróðrarbátar í bólki 4 og bólki 5.

Í Vága Útróðrarfelag eru einir 40-50 limir. 

“Tað hevur stóran týdning at seta tíð og orku av fyri at hoyra, hvat rørir seg í vinnuni. Tú hittir fólk og hoyrir ymiskar áskoðanir um viðurskifti, sum fylla í vinnuni. Og tað er eitt gott og neyðugt íkast, tá vit gera almennar fyriskipanir í vinnuni”, sigur landsstýrismaðurin.

Undir vitjanini greiddu feløgini frá sínum virksemi og løgdu fram sínar áskoðanir um fiskidagar, friðingar og aðrar almennar skipanir, ið eru fyri útróðurin. 

Landsstýrismaðurin takkaði feløgunum fyri áhugaverdar spurningar og prát. Hann segði, at áskoðanirnar hjá útróðrarfeløgunum verða tiknar við, tá mál, sum hava týdning fyri útróðurin, verða viðgjørd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #