Mentamálaráðið: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, vitjaði í gjár mentanarhúsið, Varpið, í Klaksvík.
Annfinnur Heinesen, stjóri í Varpinum, tók ímóti og greiddi frá húsinum og tí fjølbroytta virkseminum, sum hevur verið í húsinum, síðani tað lat upp. Húsið verður brúkt til nógv ymisk endamál - frá býráðsfundum og øðrum almennum tiltøkum til opera, konsertir, sjónleik og onnur mentanartiltøk.
Stjórin greiddi eisini frá, hvussu væl Varpið er móttikið, og hvussu stórur áhugin hevur verið fyri at brúka húsið.
Landsstýrismaðurin fegnaðist um virksemið og um tær umstøður, sum Varpið hevur skapt fyri mentanarlívið í Norðoyggjum og í Føroyum sum heild.
- Tað hevur stóran týdning, at vit hava góðar karmar, har list og mentan kunnu mennast og møta fólki. Varpið vísir eisini, hvussu eitt mentanarhús kann rúma sera ymiskum virksemi og samstundis gerast ein natúrligur savningarstaður í nærsamfelagnum. Tað er hugaligt at síggja, hvussu væl húsið er komið frá byrjan, segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður.
Á vitjanini fekk landsstýrismaðurin eisini høvi at síggja hølini og hoyra meira um ætlanirnar fyri virksemið komandi tíðina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



