At gera fyrisiting einfaldari og lættari er gott fyri vanliga føroyingin.
Vit mugu gera skipanirnar so lættar og smidligar, so vit fáa eitt vælferðarsamfelag, sum er betri og meiri ómakaleyst fyri borgaran, enn tað er í okkara grannalondum. Alt samskifti millum borgaran og tað almenna skal skipast, so tað er so lætt sum gjørligt fyri borgaran.
Tað skulu verða so fáar umsóknir sum møguligt. Er onkur komin í eina ringa støðu av heilsuávum, so munnu blankettir verða tað síðsta, viðkomandi hevur hug at brúka tíð uppá.
Í dag er tað soleiðis, at um ein tímaløntur brýtir beinini, so verður viðkomandi sjúkrameldaður av einum lækna, og so skal viðkomandi søkja um sjúkradagpening, og søkja um hjálpartól.
Hetta eiga vit at broyta til, at um onkur tímaløntur verður sjúkrameldaður við brotnum beinum, so eigur landið av sínum eintingum at ringja og spyrja um kontonummar at flyta sjúkradagpening á, og hvussu vorðin rullistólurin skal verða.
Málið má verða, at hjálp í mest møguligan mun kemur automatiskt, uttan at umsóknarbløð skulu fyllast út.
Eg haldi ikki, at vit skulu spyrja, um vit megna at røkka hesum máli. Lat okkum heldur tosa um, hvussu vit røkka hesum máli.
Ben Arabo
valevni hjá Javnaðarflokkinum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



