Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eg haldi, at jú harðari eg arbeiði, jú hepnari verði eg
- Thomas Jefferson
Politikkur

Hví skulu pensjónistar revsast fyri at arbeiða? Í einum samfelagi við stórum tørvi á fólki á arbeiðsmarknaðinum er tað oyðsl við førleikum, at vit mótrokna inntøku í pensjónini.

Arbeiðsloysið er so gott sum onki, og vit skríggja eftir arbeiðsmegi. Føroyski arbeiðsmarknaðurin hevur brúk fyri øllum góðum kreftum. Samstundis sita nógvir pensjónistar við hollum royndum, sum fegnir vilja geva eina hond afturat. Tó hava vit eina skipan, ið beinleiðis mótvirkar hesum. Tá ein pensjónistur hevur tjent meira enn 61.900 kr., verður viðkomandi revsaður við lægri pensjón. Hetta ger, at nógv støðga á, hóast tey bæði kunnu og vilja arbeiða meira.

Vit eiga at tryggja pensjónistum frælsi at skipa sítt egna lív - eisini arbeiðslív. Við at avtaka hesa mótrokningina, virðismeta vit royndu arbeiðsmegina og styrkja samstundis samfelagið. Tað snýr seg um sjálvræði og at brúka tað menniskjaliga tilfeingið, vit hava í Føroyum.

Eg vil arbeiða fyri at avtaka mótrokningina, so tað altíð loysir seg hjá pensjónistum at fara til arbeiðis og gera ein eyka innsats, um tey hava hug og orku til tað. Tað gevur meining fyri tann einstaka og fyri samfelagið.

X við Jónleyg J. Bech
X við Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #