Lameck Banda (25) hevur verið saknaður í tvær vikur.
Nú er felagið djúpt ørkymlað.
Zambiski fótbóltsleikarin skuldi upprunaliga møta upp til venjing hjá Serie A felagnum Lecce 12. juli.
- Í tvær vikur hava vit ikki hoyrt nakað nýtt um Banda, og tað hava umboðsmenn hansara heldur ikki. Vit eru farin at óttast fyri, at okkurt uttanfyri fótbóltin kann vera hent, sigur ítróttarstjórin Stefano Trinchera sambært VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



