Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Eitt barn, ein lærari, ein bók og ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Jóhannis Joensen, løgtingsmaður 
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum 
Evni: Dalstunnilin  

Spurningar:   
1. Nær verður tunnilsarbeiðið og vegarbeiðið í sambandi við Dalstunnilin liðugt?

2. Letur Dalstunnilin upp fyri árslok 2025?

3. Hvør er kostnaðurin av øllum arbeiðinum?

4. Nær verður byrjað at bora Tjørnuvíkartunnilin?

Viðmerkingar: 
Arbeiðið við at bora Dalstunnilin og vegarbeiðið til og frá tunlinum gongur nú á sætta ári. Tað lækkar ímóti endanum, og verkætlanin er um at verða liðug. Fólk eru ótolin men eisini spent um, hvussu alt fer at síggja út og virka.

Sagt hevur verið, at tunnilin letur upp á heysti 2025.

Tað frættist, at hetta hevur verið ein bíligari verkætlan enn væntað, og at henda loysnin at bora smáu tunlarnar er ein skilagóður leistur.

Undirritaði vil tí fegin vita, um hetta er so, hvat arbeiðið kostar, nær tað verður liðugt, og nær byrjað verður uppá næstu verkætlanina.  

Tí verður hesin fyrispurningur settur landstýrismanninum. 

Á Løgtingi, 16. september 2025 
Jóhannis Joensen     
   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #