Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Lions: Í seks áratíggju hevur Lions Club Tórshavn verið ein virkin partur av føroyska samfelagnum. Gjøgnum árini hevur felagið stuðlað eini røð av góðum endamálum og verkætlanum, bæði lokalt í Tórshavn og á Streymoynni, á landsstigi og altjóða. Samanlagt hevur felagið latið um 20 milliónir krónur, umroknað til nútíðar pening, í stuðli síðani stovningina.

Sjálvboðið arbeiði, felagsskapur og ynskið um at gera mun hjá øðrum eru grundhugsjónirnar í Lions, og stuðulsarbeiðið hevur altíð verið ein týðandi partur av virkseminum.

450.000 krónur í stuðli til 11 góð endamál
Ein týðandi partur av hátíðarhaldinum var stuðulshandanin, har Lions Club Tórshavn lat 30.000 krónur í stuðli til tíggju feløg og felagsskapir og 150.000 krónur til eina serliga verkætlan hjá Filmsverkstovuni Klippfisk.

Stuðulin fer til fjølbroytt endamál, sum fevna um mentan, ítrótt, frítíðarvirksemi, søgu, bjargingartænastu og fyribyrging millum ung.

Tey, sum fingu stuðul, vóru:

  • Havnar Hornorkestur – 30.000 kr. til keyp av ljóðførum.

  • Havnar Sjónleikarafelag – 30.000 kr. til virksemi felagsins.

  • Nólsoyar Bygdarsavn – 30.000 kr. til eina ljóðleiðbeining (audio-guide), sum skal geva vitjandi møguleika at ganga runt í savninum í egnum tempo og hoyra frásagnir um søguna.

  • Fjallabjargararnir – 30.000 kr. sum partur av fíggingini av einum trífóti til bjargingararbeiði.

  • F.C. Trón – 30.000 kr. til víðari menning av felagshúsinum Trónborg og terrassuni, sum skulu skapa betri umstøður til sosial tiltøk og felagsskap.

  • Svimjifelagið Hellufossur í Kvívík – 30.000 kr. til svimji- og venjingarútgerð til allar aldursbólkar og førleikastig.

  • Skótaliðið Borgin í Hvalvík – 30.000 kr. til nýggj patruljutjøld og eitt matartjald.

  • Rescue LÍV hjá Havnar Bjargingarfelag – 30.000 kr. til framleiðslu av einum nýggjum sleipikróki til bjargingarbátin.

  • Eydnudeildin – 30.000 kr. til nýggjar búnar og aðra útgerð.

  • Vestmanna Bygdarsavn – 30.000 kr. til at seta gamla Vestmenning í stand og gera kunningartilfar um bátin og føroyska kappróðrarsøgu. Vestmenningur er fyrsti árabáturin, sum varð bygdur beinleiðis til kappróður, og í 2027 eru 100 ár liðin, síðani hann varð bygdur.

  • Filmsverkstovan Klippfisk – 150.000 kr. til eina filmskapping, sum hevur til endamáls at varpa ljós á fyribyrging av rúsevnismisnýtslu millum ung í Føroyum. Kappingin gevur ungum møguleika at framleiða stuttfilmar, sum viðgera rúsevnismisnýtslu, avleiðingar og avbjóðingar, men eisini møguleikarnar fyri at velja eitt lív uttan misnýtslu. Stuðulin er ágóðin frá Tulipantiltakinum hjá Lions.

Við hesum stuðlinum ynskir Lions Club Tórshavn at vera við til at skapa betri karmar um mentanarligt, sosialt og ítróttarligt virksemi og samstundis stuðla átøkum, sum hava týdning fyri føroyska samfelagið.

Í 60 ár hevur Lions Club Tórshavn verið við til at gera mun í samfelagnum. Og við stuðlinum, sum varð latin á sjálvum merkisdegnum, varð enn eina ferð staðfest, at felagið eisini framyvir ynskir at stuðla góðum kreftum og verkætlanum í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #