Framyvir verða "smuglaraballónir" skotnar niður, um tær flúgva inn í litaviska loftrúmið úr grannalandinum Hvítarusslandi.
Tað segði forsætisráðharrin í Litava, Inga Ruginiene, á tíðindafundi sambært tíðindastovuni Reuters.
Fráboðanin kemur, eftir at ballónir úr Hvítarusslandi í seinastuni hava elvt til, at flogvøllurin í litaviska høvuðsstaðnum, Vilnius, er stongdur fýra ferðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



